Danny Baldursson kom herfyri út við enn einum staklagið sum solistur. Tað er Danny sjálvur ið hevur skrivað orð og lag. Framleitt hevur Danny saman við Símuni Dam, sum eisini hevur mastera útgávuna. Vit kenna teir báðar úr bólkinum Danny & the Veetos, og nú samstarva teir á solo-útgávum hjá Danny
Í gjár, 11. mars, var videolagið til staklagið givið út. Tað er Jákup Skovgaard Thøgersen frá Raclip sum hevur framleitt og tikið upp, við hjálp frá Brandur Teitsson og Petur Sigurð í Króki.
– “Videolagið er um treytaleysan kærleika. Tað at elska ein so nógv, at mann vil gera alt fyri at vera saman” sigur Danny Baldursson
Komandi tíðina fara teir báðir, Danny og Símun, á konsertferð í Los Angeles. Har skulu teir millum annað framføra á tónleikamessuni MUSEXPO í Hollywood og í Burbank.
Videolagið kann síggjast á leinkjuni niðanfyri
https://www.youtube.com/watch?v=klluWPLAV08