Umhvørvisvinarligt graslíki í Leirvík

- Talan er um eina umhvørisvinarliga loysn, sum eisini er í tráð við hugsjónina hjá Eysturkommunu, sigur borgarstjórin.

 

Býráðið í Eysturkommunu hevur á býráðsfundi samtykt at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu uppá nýtt graslíkið til fótbóltsvøllin uppi á Brekkum í Leirvík.

 

Talan er um sama slag vøll, sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og hetta er graslíki við umhvørvisvinarligari ífyllu.   

 

- Arbeiði at taka vøllin av byrjar í næstum, og eftir ætlan verður nýggja graslíki lagt á longu 21 juni. Arbeiðið væntast at taka tvær vikur. Soleiðis verður klárt at spæla og venja aftur fyrst í Leirvík í juli.

 

Í stuttari viðmerking, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, at royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu hava verið sera góðar.

 

- Afturmeldingarnar fyri nýggja graslíki í Sarpugerði hava eisini verið positivar, serliga frá Víkingi. Vit vóna, at ungdómurin og tey, sum brúka vøllin annars, verða eins glað fyri nýggja graslíki, sum tey eru fyri graslíki í  Sarpugerði.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at talan er um eina umhvørisvinarliga loysn, sum eisini er í tráð við hugsjónina hjá Eysturkommunu um støðugt at arbeiða fyri at verða meira umhvørvisvinarlig.