Sum vit skrivaðu í áðni, er at av allarringasta kavaroki og fleiri vegir eru stongdir.
Les meiri um tað her: Ódnarveður: Løgreglan ávarar bilførarar - onkrir vegir stongdir
Síðani er veðrið eisini vorðið so ringt á Velbastaðhálsi, at har er heldur ikki koyrandi, sigur løgreglan. Sum vit eisini skrivaðu, hevur eitt eitt flogfar við 170 fólkum sveima uppi yvir Føroyum, men fyri lítlari løtu síðani vóru líkindi at lenda. Tað, sum verri er, er, at tað er ikki koyrandi til og úr Vágum. Men Landsverk sigur, at tey fara nú at grava kava av vegnum, so at ferðafólkið sleppur til húsar.
Farið verður at grava nú klokkan 23.30 og tey byrja her á Streymoynni og grava seg vestureftir, um so er, at onkrir bilar skulu vestur. Síðani verður grivið av flogvøllinum aftur, tá ið ferðafólkini eru klár at fara. Síðani verður so grivið aftur á Streymoynna – men akkurát, hvussu langt tey grava, er óvist beint nú, men har er so undirsjóvartunnilin, so fólk, sum skulu norðureftir, sleppa tann vegin.