Gomul vinarløg
Nýggja duettin eftir Daniu O. Tausen og Ragnar Finsson, “kanst tú fylgja mær?” handlar um at syrgja gomul vinarløg, sum ikki eru longur, og at romantisera tankan um ein síðsta gongutúr heim úr skúlanum við viðkomandi.
At leggja lok á
Gjøgnum sangin finna sangskrivararnir útav, at tey blíva við at detta aftur á hetta evnið, tá tey skriva sangir. Somuleiðis má tað eisini merkja, at tey ikki eru komin so langt víðari, sum tey hildu. Tey detta javnan aftur á gomul minnir, tá tey lukta ávís luktilsi og ganga á ávísum gøtum, og til síðst mugu tey viðganga, at tey kanska kundu tonkt sær ein síðsta gongutúr við viðkomandi, har tey fáa sagt tað ósagda og lagt lok á.
“kanst tú fylgja mær?”
Setningurin “kanst tú fylgja mær?” kann skiljast upp á fleiri mátar:
1) kanst tú fylgja mær heim?
2) skilir tú meg?
3) kanst tú fylgja mær (tá eg einaferð skal jarðast)?
kanst tú fylgja mær?" er útgivin umvegis plátufelagið Tutl.
Óvæntaði ljóð
Dania og Ragnar hava eitt spælandi føroyskt yrkjaramál, sum er ávirkað av teirra umhvørvi við snildum og ítøkiligum myndamáli. Tá tað kemur til tað ljódliga, eru teirra sangir og framleiðslur eisini full í yvirraskilsum, óvæntaðum ljóðum og áhugaverdum listaligum avgerðum. Lætta huglagið og sterku løgini á tónleikinum fær fólk at steðga á og lurta. Heimurin tey skapa saman er umhugsin og eksperimenterandi, fangandi og innbjóðandi, um ein vil, skrivar tutl.com.