Uttan stórvegis hóvasták hevur Jákup Zachariassen seinasta hálva árið spakuliga arbeitt við at byggja eitt upptøkustudio í Havnini.
Nýggj høli eru innrættað í kjallaranum í stóru reyðu húsunum við Krosslíð (gamli bygningurin hjá Føroya Banka). Og longu nú eru fleiri útgávur um at verða klárar harífrá.
Tann fyrsta verður við Jóannes Jakobsen, ið hevur arbeitt øll jólini við triðju fløguni hjá sær. Hon kemur eftir ætlan út 25. apríl, flaggdagin. Eisini Lena Anderssen er um at vera klár við síni fyrstu fløgu.
Hesar dagarnar produserar Jákup so sjálvur eina útgávu við Peturi Jacobsen.
32 spor digitalt
Høvuðsútgerðin eru tvey16 spor digital upptøkutól. Mikrofonútgerðin og innspælingarmøguleikarnir eru annars av besta slag.
? Eg haldi, vit hava fingið eitt frálíkt trummuljóð nú Remi (Fagereng, blðm.) spælir inn. Digitala maskinan vit brúka er eisini av besta slag. Talan er í roynd og veru um eina maskinum, ið verður brúkt í toppstudio kring allan heim. Eitt nú kann nevnast, at Óli Poulsen í dag at kalla bara arbeiðir við hesi maskinu, sigur Jákup Zachariassen, sum eisini hevur eitt ávíst samstarv við Óla Poulsen. Teir kennast væl frá gomlum døgum.
Stórur áhugi
Jákup Zahcariassen sigur, at hóast onki hevur verið fyri at gera vart við nýggja studio, so eru longu nú fleiri, sum hava spurt seg fyri at sleppa inn.
Eitt nú er tað rættiliga vist, at Moirae fer í studio í mars mánað fyri at spæl inn løg til komandi útgávuna hjá teimum. Regin Guttesen hevur eisini arbeitt í JacZac við ein nú at gera tónleik til komandi náttúrusendingar í SvF. ? Sum tað sær út nú, so er áhugin sera stórur fyri at koma her og spæla inn. Í summum førum bjóða vit okkum til at gera allan tónleikin lidnan hjá teimum, ið ynskja at gera útgávur, men sum ikki hava ein fastan bólk.
? Hetta er eitt nú tilfeldið við nýggju útgávuni hjá Peturi Jacobsen, sigur Jákup Zachariassen.