Nýtt staklag frá Jónasi Gaard

“Hon er mítt heim” kallast nýggja staklagið.

Jónas Gaard hevur í dag givið út nýtt staklag. Lagið kallast “Hon er mítt heim”, og er skrivað av Jónasi Gaard og Bárði Petersen.

 

 

 

Um sangin sigur Jónas:

 

 

 

– Eitt kalt kvøld í novembur 2023, vísti eg Bárði Petersen eitt hugskot, eg hevði liggjandi. Honum dámdi tað væl, so vit avlýstu allar ætlanir, vit høvdu fyri kvøldið og settu okkum at skriva hetta lagið.

 

– Síðani setti eg meg í samband við Benjamin Djurhuus, sum hevur framleitt sangin. Vit hildu at lagið manglaði okkurt, so vit spurdu dugnaligu Sigrið F. Hansen, um hon vildi syngja 2. stemmu og improvisera okkurt til C-stykkið - sum væntað, vísti hetta seg at vera ein góð avgerð.

 

– Nú er sangurin úti á øllum stroymingartænastum - farið og lurtið!, sigur Jónas Gaard.

 

Hoyr her:

 

##med2##

 

Info um sangin:

 

 

 

Orð og lag - Jónas Gaard, Bárður Petersen

 

 

 

Framleiðsla (bass, synth, klaver, slide-gittar) - Benjamin Djurhuus

 

 

 

Vokal - Sigrið F Hansen

 

 

 

Lap-steel, gittar, útseting - Filip Zachariassen

 

 

 

Trummur - Fríði Bjarkhamar

 

 

 

Master - Óli Poulsen

 

 

 

Cover-art - Beinta Egholm