Nýtt staklag frá “Brandar”

Lagið kallast "Hvør er mín lutur"

Tað er ”Spæl føroyskt vika”, og “Brandar” nýta høvið til at kunngera nýggja staklagið: “Hvør er mín lutur”.

 

Sangurin lýsir eitt innara stríð, trega og iva um lívsins meining og leið. 

 

Lagið er lætt og orkuríkt, samstundis sum tað er dramatiskt.

 

Stakalagið kann hoyrast á flestu tónleikapallum og er at hoyra á YouTube her eisini:

 

##med2##

 

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.

Alvin Ellebye hevur framleitt, ljóðblanda og mastra lagið.