Nýtt samstarv: Vegleiðing um ADHD og autimsu

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limirnar í báðum feløgunum

Vegleiðingin verður fíggjað m.a. av Betri Stuðulsgrunninum, MEGD og stuðulstiltakinum hjá Elmari Ósa - 452 km fyri Autismufelagið.

 

– Tað er týdningarmikið, at fólk við ADHD og/ella autismu hava møguleikar javnbjóðis øllum øðrum borgarum í okkara landi. Fólk við ADHD og/ella autismu eiga at fáa hóskandi barnagarðs- og skúlatilboð, útbúgving og eftirfylgjandi eitt starv, umframt møguleika at luttaka í frítíðarvirksemi og fáa egnan bústað, siga feløgini.

 

– Tað, at ikki kenna seg møtt og ikki fáa neyðugu hjálpina til at liva eitt virðiligt lív, kann vera ørkymlandi, bæði hjá teimum, ið hava ADHD og/ella autismu og hjá teirra avvarðandi, siga tey.

 

– Veruleikin er, at tað kann vera sera torført hjá hesum fólkum at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørja hjálp ein kann fáa, hvør stovnur ella skipan eigur at veita hvørjar tænastur, og hvørji rættindi ein hevur t.d. at nema sær útbúgving, arbeiðsmenning ella starv.

 

ADHD felagið og Autismufelagið vilja fegin hjálpa limum sínum við júst slíkum spurningum um rættindi og tænastur. Tí verður ADHD/Autismu Vegleiðingin nú sett á stovn, sum ein royndarverkætlan í fyribils eitt ár frá 1. juni í ár at rokna.

 

Vegleiðingin heldur til í skrivstovuni hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10C í Havn, og opið er mánadagar frá kl 12-15. Tá kunnu limir ringja ella koma á gátt, og møguleiki er eisini at bíleggja tíð til eina viðtalu.

 

Harumframt er telefontíð mikudagar og fríggjadagar millum klokkan 9-10.

 

Vegleiðarin starvast fyribils 10 tímar um vikuna, har restina av tíðini verður til hjásiting, sakarhjálp, avtalaðar viðtalur o.a.

 

– Vit fegnast um samstarvið millum feløgini, hvørs limir hava ávísar felags avbjóðingar, umframt at tað eru fleiri við báðum diagnosum, siga feløgini.