Nýtt plantuslag skrásett fyri Føroyar

Eins og undanfarin ár eru skrásetingar av plantusløgum gjørdar í Koltri

Ruben Clemens og Oliver Bechberger, plantufrøðingar á staðnum har plantan veksur í Koltri

Skrásetingarnar eru gjørdar í summar.  Tjóðsavnið skrivar, at tveir plantufrøðingar úr Týsklandi, Oliver Bechberger og Ruben Clemens vóru við Tjóðsavinum í Koltri í juli í ár. Meðan teir vitjaðu oynna, skrásettu teir fimm nýggj plantusløg og áleið sjey sløg av mosa fyri Koltur. Tað eina plantuslagið, sum var skrásett, var enntá eitt nýtt slag fyri Føroyar: Juncus ranarius, froskasev.

 

Talan er um eitt undangonguslag, við eginleikum at rótfesta seg í órógvaðum økjum sum hava høga mongd av vætu. Í Koltri var plantan funnin á sanduttu blettunum niðri í fjøruni, og eisini í veitunum rundanum bygg veltuna.

 

##med2##

 

Ruben Clemens og Oliver Bechberger, plantufrøðingar á staðnum har plantan veksur í Koltri

Juncus ranarius, eitt nýtt plantuslag fyri Føroyar