Komandi vikuskiftið verður matstevnan Nordic Taste í Keypmannahavn, og millum tað, sum verður at uppliva, er ein nýggjur sildaburgari frá matstovuni Søren K.
- Sildin er søt, og bollin er saltur, og eg rokni við, at fólk verða positivt yvirraskað av smakkinum, sigur Jens Søndergaard, leiðandi kokkur hjá Søren K, við Politiken.
Nógvir aðrir spennandi norðurlendskir rættir kunnu upplivast á matstevnuni, har 10 gourmet matstovur eru við.










