Ongin festivalur uttan festivalmat. Hotel Føroyar samtakið stendur fyri øllum matinum á festivalinum.
- Vit hava roynt at tekkjast øllum málbólkum. Eitt sindur er til teirra, ið ynskja okkurt skjótt og lætt, og somuleiðis er okkurt til teirra, sum ynskja at seta seg niður at njóta eina góða máltíð, sigur Bára.
Hotel Føroyar samtakið hevur fýra matbásar á festivalinum. Hvonn heldur til í Valhøll og Mattjaldinum, Áarstova í M/S Thorshavn og KOKS í rullandi hjallinum Skerpi.
- Hvonn í Valhøll hevur veruliga manglað á G!. Tað er týdningarmikið, at fólk hava møguleikan at koma eitt sindur burturfrá, njóta friðin og eta eina máltíð undir taki og við eitt borð, sigur Bára.
Sjálv sleppur Bára ikki at uppliva tað stóra av festivalinum.
- Eg havi arbeitt non-stop síðan mánadagin. Tíverri nái eg onga konsert, hóast eg gjarna hevði viljað hoyrt eitt nú Byrtu. Men soleiðis er tað nú bara einaferð, sigur Bára, sum er væl nøgd við móttøkuna, sum matstovan í Valhøll hevur fingið.