Nýtt lag frá Høgna Reistrup

Høgni Reistrup letur um skamma stund úr hondum nýggja útgávu við heitinum ”Áðrenn vit hvörva”. Fjórða útgávan hjá Høgna Reistrup kemur út 18. oktober.

 

Fyrsta staklagið ”Vegurin” er at hoyra á netinum og í luftbornu miðlunum.

 

Høgni Reistrup hevur arbeitt við nýggju útgávuni seinastu tvey árini saman við Janusi Rasmussen og Ólavi Jákupssyni, ið hava framleitt nýggja tilfarið.

 

Til ber at hoyra nýggja lagið her: https://soundcloud.com/reistrup/veguri