Nýtt lag frá Gudmundi Larsen

Herfyri kom út sagurin "Harri, hav takk, at Tú signaði meg", ið Gudmund Larsen syngur. Sangurin eitur upprunaliga Thank You, Lord, For Your Blessings on me, og tað er Meta av Fløtum, ið hevur týtt til føroyskt. Sangurin hevur verið rættiliga nógv spældur í Kringvarpinum.

 

Men Gudmund Larsen hevði ikki bert henda eina sangin í ermuni, tí enn ein sangur er ávegis.

 

Tað er sangurin "Hon bleiv mín".

 

Hesin sangurin verður at hoyra í morgin. Tað er Finnur S. Olsen, sum í sendingini Upp á Tá í KVF, í annaðkvøld fer at práta við Gudmund Larsen, og fær sangurin eisini har sína almennu frumframførslu.

 

Gudmund Larsen eigur sangin, og syngur, og tað er Jákup Zachariassen, ið hevur tikið upp og framleitt hesar báðar nýggju sangirnar hjá Gudmundi Larsen.