Í vikuni bleiv kurvabóltsfelagið, Sporðdrekin, stovnað. Nú eru trý kurvabóltsfeløg í Føroyum. Tey eru Hamar, Ravnur og Sporðdrekin.
Felagið bleiv sett á stovn í vikuni. Í fyrstu nevndini í søguni felagsins eru Allan Dybczak, Magnus Jakobsen og Kenneth á Argjaboða.
Føroyar hevði á fyrsta sinni eitt kurvabóltslið við til oyggjaleikirnar, sum vóru á Jersey í summar. Spurningurin er, um kurvabóltur er um at fáa fótafestið í føroyska ítróttarheiminum?










