Eftir trý gylt ár, har Barbara Brauer gekk á odda, hevur tað gingið heldur meira striltið hjá Neista-kvinnunum í vetur. Hóast avrikini í løtum hava verið heilt góð, so hava tær ikki megnað at hildið ferðini í kapprenningini við Kyndil og VÍF, sum á páskum skulu spæla um FM.
Eingin ivi tykist vera um, at Neistin ætlar sær at eiga lut í finalunum í 2015, og longu nú er mest sum greitt, at liðið verður styrkt við sterkum bakspælara.
Savica Mrkich eitur spælarin, sum í gjár lendi her í Føroyum. Savica er 22 ára gomul, men hóast unga aldurin, so hevur hon longu drúgvar royndir innan hondbólt. Eitt nú hevur hon roynt seg í EHF Champions League, og hetta seinasta árið hevur hon spælt í griksum hondbólti.
Savica er 184 sentimetrar høg, og verður lýst sum ein skotsterkur bakspælari. Jógvan Højgaard, sum er partur av bólkinum, sum tekur sær av kvinnuliðnum hjá Neistanum, sigur við Sosialin, at tað er at kalla greitt, at hon skal spæla við Neistanum komandi kappingarár.
- Øll formlig viðurskifti eru í lagi, og báðir partar eru til reiðar at skriva undir í hesi vikuni. Vit vilja tó fegin síggja hana á vøllinum, og tí fer hon at venja saman við kvinnuliðnum í hesi vikuni, sigur Jógvan Højgaard.
- Endamálið hjá okkum er framvegis, at vit skulu menna okkara egnu spælarar, soleiðis at tær eru kunnu standa seg í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti. Men júst í royndini at røkka seinasta fetið, er ofta tørvur á einum sterkum einstaklingi, og tað vóna vit, at vit nú hava fingið, sigur Jógvan Højgaard.










