Í næstum letur upp nýtt kampingpláss á Tvøroyri ella á Sevmýri.
Gamli heimavøllurin hjá TB verður tá gjørdur til kampingpláss.
Í tí sambandinum verður eisini bjóða til búmerkjakapping, á Facebookbólkinum Tvøroyri Camping stendur soleiðis:
Búmerkjakapping
Ynskið er at fáa eitt savnandi búmerki, ið lýsir, at talan er um eitt camping økið. Búmerkið skal kunna nýtast á bygninginum, men eisini á eitt nú brævpappíri, heimasíðum, marknaðarføringstilfari v.m.
Uppskot skulu vera í støddini A4 og sendast til livhanzen@gmail.com
Innlatingarfreistin er 07.04.16. Kl 16.00.
Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men sendast í einum telduposti saman við uppskotinum.
Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi eitt vikuskiftið á Tvøroyri Camping, við døgurða allar dagarnar.
Hetta veit sudurras.fo siga frá.










