Nýtt jólalag frá bólkinum 4

10 ár eru brátt liðin, síðani bólkurin 4 gav út fløguna »Her er Løtan«.

 

Í tíðindaskrivi sigur manningin í bólkinum, at lurtarin tók útgávuna, so yvirraskandi væl til sín, at teir satt at siga vóru tiknir á bóli.

 

Nú jólini standa fyri durum ynskja teir við nýgga jólalagnum, »Jólakvøða úr Føroyum«, at ynskja øllum føroyingum úti og heima eini hugnalig og gleðilig jól.

 

Orð: Martin Joensen

Lag: Alabama

(Jeffrey Cook, Teddy Gentry, Randy Owen og Mark Herndon)

Tónleikur: Jákup Zachariassen

Bass, mix og master: Óli Poulsen

Trummur: Josva Debes

Upptøka: Nov. 2016