Beinir Troest Rasmussen, sum í summar gav út fløguna Kom við, har hann sjálvur skrivaði orð og løg til teir tíggju sangirnar á útgávuni, gevur nú út eitt nýtt jólalag.
Beinir sigur, at hann gjørdi størsta partin av lagnum nakað fyri jól í fjør, men at tað ikki hava verið stundir at gera lagið liðugt fyrr enn nú, eftir at nógv orka hevur verið løgd í arbeiðið við fløguni og ikki minst at spæla live, eftir at fløgan kom út.
Tá hann byrjaði at skriva lagið, ætlaði Beinir, at tað skuldi verða ein lívligur jólasangur, men tað var ikki fyrr enn fyri stuttum, at hann fann uppá at blanda eitt sindur at rappi uppí. Vit kunnu av røttum siga, at brotið við rappinum gevur lagnum ein serligan dám. Tað er ikki nógv rapp at finna í føroyskum jólatónleiki, men Beinir hevur fingið tað at sita. Tað er Sasho Bjartsson, sum gevur Beinir eina rappandi hond í nýggja jólalagnum.
Hjalti Joensen hevur lagt til rættis, spælt ljóðførini og tikið upp, meðan Finnur Hansen hevur ljóðblandað.
Hoyrið lagið VIÐ AT TRÝSTA HER










