Í hesum døgum eru teir í ferð við at leggja nýtt tak á bygningin hjá P/F Tummas Dam á Hálsi í Havn. Orsøkin er, at ovara hæddin verður sett í stand til nýtt hotell.
Tað er felagið sum rekur Bowlinghøllina, sum skal reka nýggja hotellið, sum eftir ætlan skuldi lata upp í mai mánaði í ár.
Men enn eru øll loyvi ikki fingin til vega, men tey væntast klár innan tvær vikur, sigur Bjarni Kyster, stjóri í Bowlinghøllini.
Talan verður um hotell við 68 dupultkømrum, sum fara at vera 32 fermetrar til støddar hvørt.
Enn er navnið á hotellinum ikki kunngjørt, tí tey hava ikki enn funnið rætta navnið, sigur Bjarni Kyster.
– Ætlanin er at hotellið skal vera í tí betra endanum. Vit fara at taka kappingina upp og ætla at liggja lægri í prísi, sigu Bjarni Kyster.
– Tá VisitFaroeIslands boðar frá, at tey ikki fara at branda Føroyar sum ferðamannaland í summar, tí alt er útselt, so man tað vera eitt gott tekin, sigur hann.
Av tí at øll loyvi enn ikki eru fingin upp á pláss, so torir Bjarni Kyster ikki siga nakað um, nær hotellið letur upp.
– Men ætlanin var at lata upp í mai í ár. Tað verður tað so ikki. Tí er eitt gott boð, at vit lata upp í mai næsta ár, sigur hann.










