Nýtt graslíki leggjast á vøllin í Sarpugerði

Nú skal graslíkið á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu skiftast. Vøllurin er níggju ára gamal, nógv brúktur og væl slitin.

– Tí hevur kommunan heintað tilboð frá veitara, og hósdagin samtykti býráðið eina eykajáttan til at skifta graslíkið, skrivar Eysturkommuna.

 

Tilboðið fyri nýtt graslíki er á 2.285.000 krónur uttan meirvirðisgjald.

 

– Umframt hetta má roknast við eyka útreiðslum í samband við avtøku og burturbeining av verandi vølli og álegging av tí nýggja vøllinum. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir krónur, skrivar kommunan.

 

Talan er um sama merki av graslíki, sum verandi vøllur. Í mun til fyllu stendur valið millum gummigranulat, sum verður brúkt í dag, ella korkfyllu. Hetta skal tó kannast nærri, áðrenn støða verður tikin.

 

Korkfylla er ikki roynt á stórum vølli í Føroyum áður. Men tann lítli spælivøllurin í Leirvík, sum bleiv lagdur á í 2020 hevur korkfyllu. Korkfylla er umhvørvisvinarligt tilfar og er eisini góðkend av FIFA, skrivar Eysturkommuna.