Undan dystinum í Runavík í dag millum NSÍ og KÍ, verður skipað fyri lítlum hátíðarhaldi, nú nýtt graslíki er lagt á vøllin og hetta er fyrsti dysturin á nýggja undirlagnum.
Longu nú klokkan 14 bjóða NSÍ og Runavíkar kommuna ókeypis kaffi og køku, og eisini heitir á NSÍ á allar ungar spælarar í felagnum um at møta upp og spæla á vøllinum fyrstu løtuna eftir klokkan 14.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, fer umleið klokkan 14.30 at siga nøkur orð og handa NSÍ vøllin, ið er av slagnum Greenfields, sum fyritøkan, Pitch.fo, umboðar.
Síðani verður fyrsta almenna sparkið á nýggja vøllinum, og tað verður Jákup Mortensen, heiðurslimur í NSÍ, sum fer at skjóta eitt brotsspark ímóti málmanshetjuni, Jens Martin Knudsen.