Í summarsteðginum hjá Effo-deildini verður nýtt graslíki lagt á ovara vøll. Jákup Simonsen, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, sigur, at arbeiði væntandi tekur eini 14 dagar, um væl viðrar.
- Tað er bara máttan sum skal skiftast, og ikki undirlagið, so tí er talan ikki um serliga drúgt arbeiði, sigur hann.
Nýggja teppið, sum skal leggjast á vøllin, hevur sokallaða FIFA star 2 góðkenning, sum ger, at føroysku liðið aftur kunnu spæla evropeiskar dystir á ovara vølli.
- Hesa góðkenningina hevur verandi teppið eisini, men vøllirnir skulu kannast á hvørjum ári, og ovari vøllur hevur so við árunum mist góðkenningina, í takt við at vøllurin er versnaður, sigur Jákup Simonsen. Tað eru sjey ár síðani, at graslíki á ovara vølli var skift seinast.
Áður var vanligt, at gamla graslíkið varð endurnýtt, millum annað á spæliplássum ymsa staðni.
- Hesum hava vit nú slept, tí tað verður altíð lagt gummi á spæliøkið í dag. Gamla teppið verður tí litið brennistøðini í hendi, sum tekur sær av tí. Onkur hevur spurt, um tey kunnu fáa partar av tí, og hesum ynskjum eftirlíka vit so vítt gjørligt, sigur Jákup Simonsen, mentanarleiðari.
Landsbyggifelagið, ið er ráðgevi hjá kommununi, fer í næstum at bjóða arbeiðið út. Summarsteðgurin hjá Effo-deildini er frá 22. juni til 22. juli.