Í gjárkvøldið vóru hjúnini Hjørdis Háberg og Dánjal Petersen innsett sum fyristøðupar í Evangeliihúsinum í Havn.
Tey bæði hava búð í Onglandi í skjótt fýra ár, men í mai mánaði bórust tíðindini um, at tey fyta aftur til Føroya at virka sum fyristøðupar í Evangeliihúsinum.
- Leiðslubólkurin hevur verið í eini tilgongd, og hevur biðið Gud leitt tey til eitt par, ið kann hjálpa við at leiða samkomuna fram, so hon kann vera ein nútímans samkoma, sum relaterar til menniskju, segði leiðslubólkurin tá.
- Vit sum samkoma eru sera spent uppá, hvat Harrin fer at gera ígjøgnum okkum øll saman við Hjørdis og Dánjal og ynskja teimum at vera hjartaliga vælkomin, boðaði leiðslubólkurin frá í mai.
Sum skilst er nakað av arbeiði gjørt við salinum eisini, so talan er veruliga um nýggjar tíðir í Evangeliihúsinum.









