IRF arbeiðir støðugt við at menna tilfar, sum økir vitanina hjá børnum og ungum um umhvørvis- og burturkastøkið. Í hesum sambandi hevur IRF gjørt eitt blað, sum er ætlað miðdeild í fólkaskúlanum. Blaðið hevur til endamáls at fáa børnini at hugsa meira um umhvørvi, endurvinning og endurnýtslu.
Tilfarið verður latið børnum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt bjóðar IRF øllum 5. flokkum í limakommununum at fáa blaðið sum ískoytistilfar, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið. Tilfarið fæst bæði í prentaðari útgávu og sum teldutøk útgáva við meira livandi grafikki.
Tilfarið kann bíleggjast við at senda ein teldupost til samskifti(at)irf.fo, og vitjan kann bíleggjast her.
Møguleiki er eisini at taka tilfarið niður:
Frammanundan hevur IRF gjørt tilfar til yngru børnini, sum verður bjóðað fram til forskúlar og skúlabólkar. Les meira her.