Við konseptbilinum Budd-e Concept kemur Volkswagen Group við eini framtíðar tulking av gamla rugbreyðnum hjá Volkswagen.
Talan er um ein el-minibuss, sum koyrir upp til 533 km upp á eina løðing. 4-hjólsdrivni minibussurin hevur 317 hk, og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,9 sekund, og toppferðin er 180 km/t. Tað tekur 30 minuttir at løða battaríini 80% av kapasitetinum.
Við battaríunum í botninum á bilinum hevur tað verið møguligt at designa bilin soleiðis, at hann er óvanliga rúmligur í mun til støddina. Hann er 4,59 m langur 1,94 breiður og 1,84 m høgur. Bilurin er sera framkomin við nýggjastu tøknini hjá Volkswagen.
Niðanfyri síggjast fleiri myndir av konseptbilinum frá Volkswagen.