Nýtt 10-mannafar á Argjum

Argja Róðrarfelag flotaði í dag nýggja 10-mannafarið, ið fekk eitt ikki heilt óvæntað navn

Tað er Sámal Hansen, sum hevur bygt tað nýggja 10-mannafarið hjá Argja róðrarfelag.


Báturin varð doyptur í dag, og fekk navnið Drekin Reyði.

 

Drekin Reyði er fyrsta 10 mannafar, sum Argja Róðrarfelag hevur latið bygt, og er hetta tí nakað heilt serligt fyri felagið, sigur forkvinnan Anna Katrina Larsen.

- Vit eru sera spent upp á, hvussu báturin fer at roynast. Edvard Olsen, sum hevur verið í Argja Róðrarfelag frá byrjan av, fekk heiðurin av at doypa bátin.
Tað gjørdi hann við oðrunum:

"Nú hetta nýggja tíggjumannafar, má mangan sigrin vinna sær.
Tit skulu venja á havnarvág, at fáa tykkum allar í javnvág.
Vit fegnast øll á hesum degi,
meðan manningin vísir sína megi, og bátin á fjørðin legði
navn títt verða skal, Drekin Reyði".

10-mannafarið er mannað við rógvarum, sum hava brúkt Hoyvíking. Sjey av teimum er frá manningini, sum róði við Argjabátinum í fjør.

- Teir hava vant miðvíst og hart við Hoyvíkingi inntil nú, og hava so í kvøld havt sína fyrstu venjing í Drekanum Reyða, sum sá út til at ganga ótrúliga væl, sigur forkvinnan í Argja Róðrarfelag, Anna Katrina Larsen.

Bátarnir hjá Argja Róðrarfelag eru nú sjey í tali: Drekin Reyði, Hoyvíkingur, Argjabáturin, Lómur, Teistin, Blikur og Æðan.


11 manningar rógva á argjum í ár, uml 90 fólk, og er hetta tað mesta, ið nakrantíð hevur verið í Argja Róðrarfelag, so forkvinnan hevur góðar vónir til komandi kappingarár.