? Vit hava ikki tosað um sjálvstýrismál á fundinum í kvøld. Hetta málið stendur heldur ikki á skránni til samráðingar, men eg fari við áhuga at lurta eftir tí, ið landsstýrið hevur at bera fram. Men eg fari eisini at lurta eftir tí, sum andstøðuflokkarnir siga, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Tá hann varð spurdur, hví hann ikki vildi diskutera hetta málið, tá júst hetta málið er tað, sum hevur størstan áhuga millum fólk, segði hann, at tað vildi verið skeivt av sær at lagt seg út í hetta málið.
Hann varð eisini spurdur, um hann tað passaði, sum formaður Javnaðarfloksin hevur sagt, at Nyrup helst er samdur við Javnaðarflokkin
? Tað einasta eg kann siga er, at tit mugu finna ein so breiðan meiriluta sum gjørligt fyri teimum broytingum, tit ætla at gera.
? Tit mugu ikki endurtaka støðuna frá 1946, segði forsætisráðharrin.









