Poul Nyrup Rasmussen stillar ikki uppaftur, tá val verður til Evropatingið næsta ár Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og floksformaður, fer ikki at stilla upp, tá val verður til Evropatingið næsta ár. Hann sigur, at hann ætlar sær at fáa meiri tíð til síni næstu og til at virka fyri teimum sinnissjúku.
-Eg fari sjálvandi at gera mítt arbeiði í Evropatinginum liðugt, men aftan á tað vil eg hava betri møguleikar at ráða mær sjálvum, sigur Poul Nyeup Rasmussen við DR.
Poul Nyrup Rasmussen fyllir 65 í næsta mánað.