Vagnur Michelsen
Fólkatingsvalið er av, og nú er aftur vanligur politiskur gerandisdagur. Tá ið vit hava hildið jól og nýggjár, koma nakrir spennandi og avgerandi mánaðir í føroyskum politikki. Flokkarnir fara frá árs byrjan at brynja seg til løgtingsvalið í vár. Løgtingsvalið fer fyrst og fremst at snúgva seg um, hvat samband føroyingar í framtíðini skulu hava við Danmark; men valið verður dystur um, um føroyingar vilja hava Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin at stýra landinum næstu fýra árini, ella um núverandi samgonga skal halda fram.
Fólkatingsvalið segði okkum millum annað, at báðir stóru andstøðuflokkarnir hava meirilutan í fólkinum í løtuni. Men eitt er fólkatingsvalið, eitt annað er løgtingsvalið. Tað var mangt løgið, sum kom undan kavi, tá ið seinasta atkvøðan varð tald í fólkatingsvalinum. Sambandsflokkurin gjørdist stóri sigursharrin, sjálvt um veljarakanningarnar vístu eitt annað, og sjálvt um sambandsformaðurin viðgekk, at flokkurin ikki hevði gjørt meira enn vanligt áðrenn valið.
So kanst tú spyrja, hví Sambandsflokkurin fekk stóru undirtøkuna. Fyrst og fremst kunnu Lisbeth Petersen og flokkur hennara takka Poul Nyrup Rasmussen og Jóannesi Eidesgaard fyri valsigurin. Teir róku fyri Sambandsflokkin.
Poul Nyrup legði frá byrjan tann taktikk at seta føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum, og hesin taktikkur eydnaðist, sum andstøðan í Føroyum nú heystar fruktirnar av. Júst fýra ára skiftistíðin gjørdi summar føroyingar bangnar um framtíðina, ja, sjálvt partur av Fólkaflokkinum byrjaði at hokna í kongunum.
Føroyingar hava einki at takka arroganta Poul Nyrup fyri, og tað er munur á monnum í donskum politikki. Poul Schlüter og Uffe Ellemann Jensen høvdu á sinni stóra virðing fyri føroyingum, og nú vil nýggi statsministarin Anders Fogh hava ein nýggjan »tóna« millum londini.
Vit eru nú tíbetur spard fyri viðmerkingarnar frá Poul Nyrup: Vi skal se fremad, se hinanden i øjnene og gensidig respekt, tóm orð sum forpestaðu sambandið millum Føroyar og Danmark.
Tað var undarligt, at Jóannes Eidesgaard skuldi fáa eitt so gott persónligt fólkatingsval. Eftir mínum tykki hevði hann ikki uppiborið at verið afturvaldur, sjálvt um eg havi stóra virðing fyri manninum. Jóannes hevur verið alt, alt ov negativur í orð og skrift. Tað var so galið fyri einum ári síðan, at Jóannes í Sosialinum beint fyri nýggjár mátti taka í egnan barm og gera tað nýggjárslyfti, at nú skuldi Jóannes í framtíðini vera meira positivur.
Javnaðartingfólkini hava ótroyttiliga funnist at øllum, sum henda samgongan hevur borðreitt við, og serliga Høgni Hoydal hevur staðið fyri skotum. Javnaðarflokkurin misti fólkatingssessin, nú er so spennandi, hvussu flokkurin fer at standa seg í løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin kann enn einaferð gerast taparin, tí eg eri vísur í, at tílíkur negativur politikkur ikki hildnast í longdini.
Fyri 20 árum síðani, tá ið Dagblaðið hevði góðar dagar, var Dagblaðið mangan eitt stórt álop á Javnaðarflokkin. Óli skrivaði síðu upp og síðu niður um jarntjaldið og sosialismuna eystanfyri. Tá vóru harðir dystir í bløðunum millum Óla Breckmann og javnaðarpolitikararnar. Henda røddin er nú tagnað og stríðsøksin burturbeind. Seinastu trý árini og eisini til seinasta fólkatingsval varð kanónin vend ímóti Tjóðveldisflokkinum. Serliga er tað sambandsvongurin í Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum, sum ger álop á Tjóðveldisflokkin.
Nýggi taktikkurin hjá Fólkaflokkinum kann kosta flokkinum dýrt, men tað kann so sanniliga eisini føra til, at núverandi samgongan tapir løgtingsvalið.
Eitt annað áhugavert í fólkatingsvalinum vóru úrslitinum í Vágum í Suðuroy. Hendan samgongan hevur tikið megnar tøk í valskeiðnum, millum annað verður borað undir Vestmannasund og til Gásatals. Sum tøkk fyri ótrúliga stóra stigið og stóru íløguna fekk Sambandsflokkurin størstu undirtøkuna.
Núverandi samgonga byggir suðuroyarskip fyri yvir 300 milliónir, og aðrar 100 milliónir skulu nýtast til ferjulegur. Sambands- og Javnaðarflokkurin fingu stóra undirtøku í Suðuroy.
Vit hava funnið olju, og allar oljufyrireikingarnar eru í góðum hondum.
Jú hendan samgongan hevur fingið nógv á skaftið, sjálvt um tað haltar á nøkrum økjum og nógv enn liggur á láni frá kreppuárunum; men eg haldi fast uppá, at størri dynamikkur altíð vil vera í einari tjóðskaparligari samgongu enn í einari afturhaldandi samgongu í Føroyum.
Vónandi fær núverandi samgongan tøkkina fyri áræðið og stríðið á løgtingsvalinum komandi.