Aðalskrivarin í NATO, George Robertson, hevur nú boðað frá, at hann ætlar at leggja frá sær í desember í ár, og kappingin um, hvør skal taka við, fór í gongd alt fyri eitt.
Fyri tveimum mánaðum síðani segði danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, at eftir hansara tykki er undanmaður hansara, Poul Nyrup Rasmussen, væl egnaður til eitt altjóða leiðarastarv. Í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn verður váttað, at her er hugsanin framvegis tann sama. Politiskir eygleiðarar í Danmark hava leingi sagt, at stjórnin mundi fara at taka fyrverandi forsætisráðharran fram, varð okkurt av teimum týðandi altjóða størvunum leyst.
Tað kom óvart á fleiri, tá George Robertson boðaði frá avgerð síni, men kortini liggja fleiri longu framvið. Umframt Poul Nyrup Rasmussen tosa norðmenn um teirra verjumálaráðharra, Kristin Krohn Devold, og norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen, hevur eisini verið nevndur sum møguligt evni.
Tað ljóðaði í gjár, at polski forsetin, Aleksander Kwasinevski, var hugaður at stilla upp, men tað avsannaði hann seinni.
Tann 56 ára gamli George Robertson hevur verið NATO-aðalskrivari síðani 1999. Frammanundan var hann verjumálaráðharri í stjórnini hjá Tony Blair.