Nyrup er verri enn Hitler

Á mótmælisfundi, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi skipaði fyri í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn á trettanda, bar Zacharias Wang donsku stjórnina saman við nasistarnar, tá teir løgdu Noreg undir seg og segði, at Nyrup var verri enn Hitler

Tað var ikki lukkuligt, sum fyrisprákarin fyri Fólkaítakinum fyri tjóðfundi fór við donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnaði til fundar í Havn á trettanda.

Eins og Hitler, ið móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, hava tey kommunalu stýrini í »ríki okkara« bert valdið, tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum, segði Zacharias Wang .

»Væl var Hitler ringur. Men hann dittaði sær tó ikki til at koma til Quisling at gjara út fyri norska fólkinum. So vit noyðast heilt einfalt at ásanna, at Nyrup er verri enn Hitler,« segði Zacharias Wang.

Zacharias Wang segði millum annað, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya sum ein yvirmaður at kanna eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at lýða hansara harraboð.

Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zacharias Wang.

Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum.

Tað kemur týðuliga til sjóndar í tí, at meðan land okkara undir heimastýri og blokki ikki klárar seg, klára landsmenn okkara, sum hava smoykt okið av sær og hava fingið arbeiði uttanlands, seg óføra væl, bara teir sleppa til arbeiðis.