Nymfur, innkeypsvognar og rættar linjur

Eg fór niðan í Norðurlandahúsið mikukvøldið til tiltakið “Jóna, Búi og Høgni”, sum Jóna Thomsen hevði lagt til rættis. Alt var eitt sindur øðrvísi, enn tað er, tá eg vanligt fari til tiltøk, tí hesafer fór eg sum ummælari og skuldi tískil eygleiða uppá ein heilt annan máta, enn eg hevði gjørt fyrr; við einum kritiskum eyga. Men tað var slett ikki so torført alíkavæl. Tað, sum tey trý vístu fram hvør í sínum lag og við hvør sínari listagrein, var bæði vakurt og áhugavert og eisini nakað annað enn tað, ið vit annars kenna tey fyri

Búa'sa tónlist

Eg gleði meg altíð til at fara á konsert hjá Búa Dam. At hoyra hansara søgur, sum ongantíð eru akkurát tær somu, men broyta gongd alt eftir, hvussu huglagið er. Munurin hetta kvøldið var, at stóra orkesturið hjá Búa var minkað niður í einans tvær kórsangarindur; Ása Wraae Olsen (kór og munnharmoniku), ið hevur verið við honum alla tíðina, og nýggja Konni Kass (kór og saksofon), ið skiftist við Búa um at sita við klaverið. Genturnar tvær løgdu út við at framføra eitt vakurt sjálvskrivað lag hjá Konni, og síðani spákaði Búi út á pallin og segði sínar søgur um lív og deyða, kærleika, mánan og einsemi í bæði gomlum og nýggjum løgum hjá sær.

Serliga samansjóðingin av røddunum hjá teimum trimum var hugtakandi. Búa'sa grova rødd við tveimum sveimandi einglum omanyvir sær, sum í støðum mintu mest um forførandi nymfurnar í filminum “O brother where art thou”, settu set fast.

Búi sang fyri fyrstu ferð tekstir á føroyskum. Um klovnar og línudansarindur; tekstir, ið vóru meira tragikomiskir enn teir á enskum, sum vanligt antin eru syrgnir, vakrir ella frekir. “Eg elski tína nøs”, segði línudansarindan við klovnin, tá hon hitti hann, og “Vit eru øll klovnar”, segði klovnurin, tá hann hugleiddi um lívið.

Hóast Búi segði seg hava ein ringan hárdag, og tískil gekk í ljótari húgvu, fekk framførslan meg bæði at smílast, droyma og at hugsa um tilveruna. Hon hevði alt: sjónleik, tónleik, prát, søgur og deiliga avslappaðar viðmerkingar frá Búa, sum “Halt kjaft ikki!”, tá ein tóni var skeivur onkrastaðni og “Tit eru forbannað fitt!”, tá hann fekk eykað nógv klapp fyri ein sang. Lekkurt.

 

Høgna'sa myndlist

Høgni Egholm Magnussen er grafiskur sniðgevi, DJ og fæst harafturat eisini við mynd- og málningalist. Her er eitt sindur av hvørjum, og tað merkir ein eisini, tá ein er til hansara framsýning. Hann vísti fram fotomyndir, sum taka støði í føroyskum tónleikalívi. Myndir av live-framførslum hjá bólkum sum Serena Maneesh, Teitur, Sic, Gestir og Animal Alpha, harímillum eina bólkamynd av The Story Ends í teirra ungu døgum (!)

Við Høgna á framsýningini var svenska Lisa Golbe, sum flutti til Føroyar fyri nøkrum mánaðum síðani. Lisa er somuleiðis grafiskur sniðgevi, sum sást aftur í summum av motivunum hjá henni, har hon hevði brúkt silkiprent og ymiska grafiska list, sum varð gjørd við blandaðari tøkni.

“Discount, Tilboð, On Offer” stóð á skeltinum á vegginum uttanfyri hesa ógvuliga jarðbundnu framsýningina. Hon var stillað upp sum eitt slag av lagur útsølu, har tilboðs-skeltið er hondskrivað, og lutirnir, sum eru á tilboð, hanga/liggja tilvildarligt á staðnum. Stílurin hálaði í smílibondini og gjørdi, at ein kundi hyggja at myndunum uttan at hava hasa kensluna av hálovan til listina frammanfyri tær, sum er alt ov dýr at keypa. Rættiliga deiligt til ein avveksling.

 

Jónu'sa dansur

Tað er sjáldan, eg fari til dansisýningar. Eg haldi í grundini ongantíð, eg havi verið til eina staka dansisýning. Hóast tað havi eg ofta sæð dans til ymisk tiltøk, sum hava verið í Norðurlandahúsinum, til sjónleikir, í fimleikahøllum osfr. Eg havi ofta kett meg. Sikkurt tí, at tá ein ikki kennir til listagreinina, virkar alt til at vera líka. Uml tað sama sum hjá einum poppara at lurta eftir heavy metal ella hjá einum rokkara at lurta eftir techno; tað ljóðar alt líka, sjálvt um ein væl veit, at tað ikki er so – ein dugir bara ikki at relatera til tað.

Men dansurin hetta kvøldið var heilt øðrvísi. Tað tóktist sum um, at Jóna Thomsen ordiliga hevði skilt, hvat nýmótans dansur er, og hvussu mann fær hann at tala til øll fólk, eisini eina sum meg. Tað var feitur stílur allan vegin ígjøgnum. Flottir violettir, grønir og ljósareyðir búnar, sum mintu eitt sindur um okkurt a la eitt modernað gartnara-look; ein rúgva av rósum; og so brúktu tær 4 dansigenturnar (Jóna, Elin Maria, Jeannie og Lindis) innkeypsvognar at dansa við og í. Harafturat var tónleikurin fantastiskur. Rólant av Reyni stóð handan ljóð-pultin og var DJ og mixaði ymiskt saman hjá Boards of Canada og Air, ið gav eitt fullkomið huglag omanyvir tað heila.

 

“Rættar Linjur”

Eg fekk skiftandi assosiatiónir ígjøgnum dansin, sum Jóna hevur kallað “Rættar linjur”. Rørðslurnar vóru ofta ógvuliga stívar og robotsligar, ið mintu meg á, hvussu ein í gerandisdegnum roynir at fylgja sínum egnu leiðum, men letur seg ríva við restini av verðini og automatiskt gerst ein partur av dagligu rutinuni hjá umhvørvinum.

Tá Jóna dansaði einsamøll við einum innkeypsvogni, har hon byrjaði niðri í honum og spakuliga dansaði seg upp úr, fór eg at hugsa um, hvussu ein sum menniskja hvønn dag stríðist við at arbeiða seg úr teimum “kassunum”, ið samfelagið koyrir ein í. Tá tær fýra genturnar á hvør sínum vogni fóru súsandi framvíð pallin í ymsum stillingum, leiddu tankarnir meg til, hvussu skjótt tíðin gongur, og heimurin útviklast, og at vit mugu halda fast og fylgja við, fyri ikki at detta av og standa einsamøll eftir – uttan nakað at halda í.

Dansurin byrjaði við, at ein genta heintaði rósur upp av gólvinum. Í endanum detta rósurnar niður úr loftinum, men hon tekur bara eina upp og vendir bakið til restina, sum ein mynd uppá at velja dreymin, sína lívsleið. At finna stevið. Eg haldi eisini, at tað er tað, sum Jóna hevur funnið. Tað var í øllum førum tað, sum “Rættar linjur” úttrykti allan vegin ígjøgnum; ein tjekkaðan stíl, sum veit, hvat hann vil.