Nyhavn eitur nú Skansabryggjan

»Skansabryggjan« og »úti á Viðarnesi« skulu nýggju havnarløgini í Havn nú eita

Havnarnevndin í Havn hevur nú gjørt av, at nýggja bryggjan uttan fyri eystara mola í Havn skal eita Skansabryggjan.

? Vit hava havt fund um málið, og eg havi ráðført meg við aðrar býráðslimir. Semja er um at nýta uppskotið, sum Poul Mohr nevndi í Sosialinum herfyri: at kalla bryggjuna Skansabryggjan.

Hetta sigur sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn. Hann sigur eisini, at nevndin hevur gjørt av, at nýggja havnarlagið vestanfyri, á Viðarnesi, stutt og greitt skal eita Úti á Viðarnesi.

Nýggja havnarlagið uttan fyri molan er bygt á Skansaboðunum, og var tað tí, at Poul Mohr í samrøðu í Sosialinum skjeyt upp at nevna hana Skansabryggjan. Hann var troyttur av at hoyra fólk nevna økið Nyhavn.

Tórfinn Smith vónar, at fólk og fjølmiðlar fara at taka væl ímóti nýggju nøvnunum.

Leggjast kann afturat, at lat tað nýggja havnarlagið uttan fyri eystara mola eitur Skansabryggjan - eisini nýggja økið ytst á molanum.