Nýggur málverji til B68

At Kristian Joensen nú hevur skrivað sáttmála við danska felagið Lyngby BK, hevur við sær, at B68 skal út at finna nýggjan málverja.

B68 hevur í fyrru hálvu havt U-21 landsliðsmálverjan Kristian Joensen í mál. Men B68 skal hava nýggjan málverja nú, tí Kristian Joensen hevur í dag skrivað sáttmála við danska felagið Lyngby BK, ið leikar í næstbestu donsku deildini.

 

Miðlahúsið hevur fingið ábendingar um, at B68 fer at knýta fyrrverandi B68 málverjan Hans Jørgensen afturat hópinum í summarsteðginum.

 

Hans Jørgensen sigur við in.fo, at hann fer at taka avgerð um framtíðina innan teir komandi 14 dagarnar.

 

-         -       Eg havi onga avgerð tikið enn, men eg fari at taka avgerð innanfyri teir komandi 14 dagarnar.

 

Hans Jørgensen vardi málið hjá B68 í 2012, tá B68 flutti niður úr bestu deildini. Hans Jørgensen varð valdur til ársins málverja í Effo-deildini hetta árið.