Nýggjur varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Jóanes Árting er settur sum varaskúlastjóri á Skúlanum á Argjahamri

Setanarnevndin í Skúlanum á Argjahamri valdi í gjár at seta Jóanes Árting í starv sum varaskúlastjóra á Argjahamri.

 

Jóanes Árting hevur arbeitt í donskum skúla, verið einalærari í Dímun og arbeitt sum Skúlan á Argjahamri í 14 ár.

 

Innan leiðsluøkið hevur Jóanes Árting verið leiðari í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í fýra ár. Sambært Tórshavnar kommunu hevur Jóanes Árting verið við til at bygt frítíðarskúlaskipanina í kommunu upp frá botni av, soleiðis at vit í dag hava eina vælvirkandi skipan.

 

Harumframt hevur Jóanes Árting virkað sum aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð í seks ár. Hann hevur eisini tikið ymisk skeið innan leiðslu. Jóanes Árting hevur nógvar spennandi tankar um, hvussu vit kunnu fáa ein góðan skúla her á Argjum.

 

Jóanes byrjar í starvinum 1. apríl 2022