Formansskapurin í Løgtinginum hevur í dag tikið avgerð um at seta Johnhard Klettheyggj sum nýggjan stjóra í Løgtinginum.
Tað boðar formansskapurin hjá Løgtinginum frá beint nú.
Johnhard Klettheyggj er sandvíkingur, er 44 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur í Keypmannahavn í 1999.
Hann starvaðist fyrst í tvey ár sum fulltrúi í Almanna- og Heilsumálastýrinum. Frá 2001 til 2008 arbeiddi hann sum ráðgevari hjá Løgtingsins Umboðsmanni og var sostatt við til at byggja tað embætið upp frá byrjan.
Johnhard fór síðani í starv sum leiðandi løgfrøðingur í Almanna- og Heilsumálaráðnum, og hevur, síðan ráðið varð skilt sundur í tvey, verið leiðandi løgfrøðingur og løgfrøðiligur ráðgevari hjá aðalstjórum og skiftandi landsstýrisfólkum í báðum ráðum.
Haraftrat hevur Johnhard í tveimum umførum verið settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum.
Johnhard tekur við starvinum frá 1. jan. 2015.