Nýggjur spælari til B36

Betri deildin menn: B36 hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Taufee Skandari úr Onglandi

B36 hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Taufee Skandari úr Onglandi. Tað boðaði felagið frá í stuttum skrivi á Facebook í gjár. Bolt.fo skrivar, at talan er um ein spælara, sum fyri tað mesta spælir á kantinum.

 

In.fo skilir, at talan eisini er um ein spælara við serliga góðum tekniskum eginleikum. B36 hevur frammanundan fingið tilgongd av Silas Eyðsteinsson, Aron Knudsen og Isak Jonsson. Frágongdin telir Thor Høholt, Martin Agnarsson, Ragnar Samuelsen, Rasmus Nissen og Lukas Enevoldsen.

 

B36 spælir í dag klokkan 12 móti HB í VFF-Kup. Dysturin er á Ovara vølli.