Fyrsta umfari í kvinnukappingini var í dag. Tríggir dystir vóru á skránni, meðan tann fjórði – millum EBS/Skála og HB – er útsettur til 26. apríl.
Greipuvinnararnir í KÍ vunnu 11-0 á heimavøllli ímóti Suðringum, og longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði Rebekka Fjalsá Benbakoura, sum síðani í fjør er flutt úr HB og til Klaksvíkar, skorað hattrikk. Jancy Mohr økti til 4-0 lítla løtu eftir triðja málið, og seks minuttir undan steðginum økti Tórunnu Højgaard Joensen til 5-0, sum var hálvleiksstøðan.
Beinanvegin eftir steðgin økti Hervør Olsen um munin til 6-0. So gjørdu gestirnir sjálvmál, áðrenn innskifta Malena Olsen og Hervør Olsen skoraðu til 8-0 og 9-0, og so var tað Durita Hummeland, sum eftir steðgin varð skift inn, sum staðfesti stórsigurin við at økja um leiðsluna til 10-0 og 11-0.
Í fjør var NSÍ fremsti avbjóðarin hjá KÍ í FM kappingini, og í dag legði NSÍ fyri við 3-0 sigri í Sørvági. Í fjør var Heidi Sevdal toppskjútti í deildini við 25 málum, og Heidi legði í dag fyri, har hon slepti í fjør, tí hon skoraði øll málini og skoraði harvið hattrikk.
Í Gundadali hevði B36 væl fleiri málmøguleikar enn gestirnir í Víkingi, men tað eydnaðist gestunum at hava eitt stig við sær til hús aftur. Úrslitið var 2-2, eftir at B36 var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.
Barbara M. Høgnesen setti beinanvegin hol á fyri heimaliðið, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Hjørdis Rasmusdóttir til 1-1. B36 hevði nógvar møguleikar, og lítla løtu undan steðginum eydnaðist tað heimaliðnum at skora til 2-1, tá ið Jiselle Lacerda Dos Santos Souza fyri opnum máli og við høvdinum skoraði.
Víkingur vísti fínan hugburð, og hóast B36 átti fleiri atsóknir, so eydnaðist tað at javna til 2-2. Málskjútti eitt korter undan leikloki var Mona Rasmusdóttir, sum við høvdinum sendi bóltin í netið.
KÍ – TB/FCCS/Royn 11 – 0 (5-0)
1-0: Rebekka Fjalsá Benbakoura
2-0: Rebekka Fjalsá Benbakoura
3-0: Rebekka Fjalsá Benbakoura
4-0: Jancý Mohr
5-0: Tórun Højgaard Joensen
6-0: Hervør Olsen
7-0: Sjálvmál
8-0: Malena Olsen
9-0: Hervør Olsen
10-0: Durita Hummeland
11-0: Durita Hummeland
07 Vestur – NSÍ 0-3 (0-1)
0-1: Heidi Sevdal
0-2: Heidi Sevdal
0-3: Heidi Sevdal
B36 – Víkingur 2-2 (2-1)
1-0: Barbara Høgnesen
1-1: Hjørdis Rasmusdóttir
2-1: Jiselle Lacerda Dos Santos Souza
2-2: Mona Rasmusdóttir
EBS/Skála – HB útsettur til 26. apríl
KÍ | 1 | 1 | 0 | 0 | 11 | 0 | 3 |
NSÍ | 1 | 1 | 0 | 0 | 3 | 0 | 3 |
B36 | 1 | 0 | 1 | 0 | 2 | 2 | 1 |
Víkingur | 1 | 0 | 1 | 0 | 2 | 2 | 1 |
EBS/Skálka | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
HB | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
07 Vestur | 1 | 0 | 0 | 1 | 0 | 3 | 0 |
TB/FSV/Royn | 1 | 0 | 0 | 1 | 0 | 11 | 0 |