Á altjóða bilaframsýningini í Genève verður konseptbilurin Skoda VisionS sýndur fram sum ein forsmakkur upp á eitt nýtt modell, sum kemur á marknaðin í 2017.
Í tíðindaskrivi frá Skoda verður sagt, at VisonS verður ein rúmligur SUV við plássi til 6 ferðandi umframt bilføraran. Bilurin 470 cm langur, 191 cm breiður og hæddin er 168 cm. Talan er um ein rættiliga stóran bil bæði uttan og innan.
Designið er rættiliga markant við nýggja designstílinum hjá Skoda, sum vit t.d. síggja á nýggjasta Skoda Superb.










