Úr Onglandi ljóðar í dag, at Liverpool áleyparin, Daniel Sturridge, nú aftur má sita uttanfyri hjá Liverpool orsakað av einum skaða.
Daniel Sturridge kom sunnudagin á vøllin í seinna hálvleiki í útidystinum móti Newcastle. Og sambært bretskum miðlum, fekk Daniel Sturridge eina fipurspreinging í dystinum móti Newcastle ta lítlu løtuna, sum hann spældi inni.
Ein av álítandi tíðindamonnunum í Onglandi, Paul Joyce frá Daily Express váttar, at vandi er fyri at Daniel Sturridge enn einaferð má sita uttanfyri við skaða. Men enn eru tíðindini ikki váttaði av Liverpool.









