Nýggjur savnsteknikari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum

Guðrið Poulsen er sett í starv sum savnsteknikari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum.

Guðrið Poulsen er sett í starv sum savnsteknikari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum. Guðrið er 34 ára gomul og er kandidatur í søgu við sergrein í Informationsforvaltning frá Lærda háskúlanum í Aalborg.

 

Guðrið hevur drúgvar royndir og hevur seinastu árini arbeitt á Tjóðskjalasavninum, har hon m.a. hevur skrásett, vegleitt brúkarum á lesistovuni og avgreitt spurningum frá brúkarum og stovnum.

 

Uppgávurnar hjá Guðrið á Tjóðsavninum eru m.a. innsavningar- og goymsluarbeiði, myndasavnið, gripaskráseting og framsýningargerð.