Hans Kristian Abrahamsen er nýggjur formaður í Samhald, ið er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.
Tað gjørdist greitt, tá felagið hevði aðalfund í gjár.
Á fundinum varð Niclas Davidsen eisini valdur til næstformann.
Nýggi formaðurin er ikki ókendur í felagnum, men hevur verið nevndarlimur og næstformaður í felagnum í fleiri ár.
Sambandsflokkurin skrivar á síni heimasíðu, at formaðurin hevur ætlanir um at skipa eitt virkið lokalfelag við tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, ið knýta veljaran tættari Sambandsflokkinum.

Nýggjur sambandshøvdingur í Eysturoynni





