Nýggjur sálmur hjá Steintóri Rasmussen

Hann skrivaði orðini og lagið, tá ein abbadóttir varð borin til dópin

Kendi tónleikarin, yrkjarin og tónasmiðurin í Klaksvík, Steintór Rasmussen, hevur yrkt ein nýggjan sálm, og tað gjørdi hanní sambandi við at ein abbadóttir varð borin til dópin.

 

Hann skrivar soleiðis:

 

Tá ið andin kemur yvir ein ...

 

Skrivaði orðini og lagið, tá ein abbadóttir varð borin til dópin.

 

“Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt” er heitið á nýggjum barnasálmi, sum eg fegin deili við tykkum í dag.

 

Takk til tykkum øll, sum hava gjørt hendan sangin til veruleika. Og ein hjartalig heilsan til øll børn í Føroyum. Góða hvítusunnu kæru føroyingar.

 

##med2##

 



Orð og lag: Steintór Rasmussen

Sangur: Anna Lovisa Mýri

Klaverspæl: Tummas Pauli Mýri

Strúkarar: Ingi Isaksen

Upptikið og ljóðblandað: Erik Biskopstø

Filmað, klipt og sett saman: Eyðbjørn Jacobsen

 


Av øllum tí góða, sum Gud hevur gjørt

 

Ert tú ein gáva eitt undur so stórt

 

Eg trúgvi ein eingil vil vera hjá tær

 

Sum hoyrir títt hjarta og veit at tað slær

 

-

 

Av øllum tí vakra, sum Gud hevur gjørt

 

Ert sólin á himli, sum lýsa vil bjørt

 

Hendurnar smáu tú rættir mót ský

 

Tú tendrar eitt ljós í tí myrkastu tíð

 

-

 

Tey smáu hann biður koma til sín

 

Á himli og Jørðini viljin er tín

 

Kærleikin trúgvin og vónin so sterk

 

Takk fyri lívið títt skapanarverk

 

-

 

Av øllum kæra, sum finst her á fold

 

Tað lívið vit fingu úr vøggu í mold

 

Signa mær dagin ver tryggasta havn

 

Barnanna vinur mítt dýrasta navn

 

-

 

Tøkk til starvsfólk og børn í Snjallubjallu og foreldur