B36 hevur skrivað sáttmála við Thomas Rømo Lillo fyri 2024. Tað boðar felagið frá í dag. Bæði Sonni Ragnar Nattestad og Isak Jønsson er givnir í felagnum frá í fjør.
- Thomas hevur spælt fyri Hødd IL síðan 2022, har hann eisini hevur spælt saman við Jann Benjaminsen. Thomas er ein sera stinnur miðverji. Hann er 1,86, sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur leikari bæði á og uttanfyri vøllin, sigur Dan Brimsvík og leggur afturat:
- Thomas er ein spælari vit hava verið eftir síðan kappingin endaði. Skjótleikin og tær dygdirnar hann hevur á bóltinum passa sera væl til spælistílin hjá okkum, og eru vit sera glaðir fyri at hann hevur skriva undir her.
Thomas Rømo Lillo er fjórða tilgongdin hjá B36 í vetur. Hinir eru Bjarti V. Mørk, Marius K. Lindh og Gutti Dahl-Olsen.











