Nýggjur miðvallari til KÍ

Mikkjal Thomassen váttar fyri Norðlýsinum, at KÍ fær ein nýggjan miðvallara

Norðlýsið skrivar í kvøld at KÍ og Evrard Blé hava sagt sáttmálan upp, orsakað av persónsmálið. Samstundis boðar Norðlýsið eisini frá, at KÍ heintar ein nýggjan miðvallara inn. Tað váttar høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

 

Nýggi miðvallarin eitur Sani Tahir, og hevur hetta seinasta árið spælt fyri Brønshøj í næstbestu donsku deildini. Nýggi miðvallarin er 22 ára gamal, og kemur úr Nigeria.

 

Nýggi leikarin verður til fyrstu ferð til venjing hjá KÍ mánakvøldið.

 

Umframt Brønshøj, so hevur Sani Tahir eisini umboðað Vejle og Hedensted í Danmark.