Liverpool hevur styrkt sær um hópin til komandi kappingarár í Premier League við einum nýggjum málverja. Og styrkin fáa teir úr einum grannafelagi.
Talan er um 27 ára gamla, ungarska Adam Bogdan, hvørs sáttmáli gongur út við Bolton Wanderers tann 1. juli í ár.
Adam Bogdan hevur spælt 19 landsdystir fyri Ungarn, og hevur verið knýttur at Bolton síðani 2007.
Fyri stuttum skrivaði Liverpool eisini sáttmálar við James Milner og Danny Ings.