Sambært fleiri miðlum, er enska felagið Liverpool nær við at gera sáttmála við ein nýggjan málverja.
Tað er eingin loyna, at belgiski málverjin hjá Liverpool, Simon Mignolet, hevur havt eitt óheppið kappingarár, og tí er Liverpool farið at leita sær eftir nýggjum málverja.
Nýggi málverjin, ið talan er um, er meksikanski landsliðsmálverjin, Guillermo Ochoa, sum undir HM í summar vakti áhuga hjá fleiri feløgum. Millum annað hevði Arsenal áhuga fyri at keypa meksikanska málverjan, men Ochoa valdi tá at skifta franska Ajaccio út við spanska Malaga, har Ochoa tó hevur verið eyka málverji.
Prísurin, ið Liverpool rindar fyri Guillermo Ochoa tykist liggja um góðar 28 milliónir krónur.