Nýggjur maður skoraði hattrikk

1.DEILD: Mads Zaar skoraði hattrikki, tá ið AB seinnapatin vann rimmar 4-0 sigur á úvivølli ímóti NSÍ

Mads Zaar, sum er ein av nýggju spælarunum í AB, skoraði hattrikk í 4-0 sigrinum ímóti NSÍ. Her er hann í Esbjerg búnanum, sum hann bar, áðrenn hann flutti til Føroya og AB

Tá ið stigatalvan verður havd í huga, so var tað ikki sørt óvæntað, at AB seinnapartin fór stutta teinin frá Løkini í Runavík og suður aftur á Argir við 4-0 sigri.

 

Undan dystinum hevði NSÍ 29 stig fyri 16 dystir, og AB hevði 19 stig fyri 14 dystir.

 

Eingin av teimum, sum plaga at manna besta liðið hjá NSÍ, var í dag a næstbesta liðnum, og tølini siga, at gestirnir av Argjum vóru omaná.

 

Tað er ikki altíð, at tað eydnast so væl, tá ið fremmandir spælarar koma henda vegin at hjálpa til. Í summar hevur AB fingið fleiri nýggjar spælarar, og ein av teimum var sera eyðsýndur ídag.

 

Teitur Debess Olsen legði AB á odda í 20. minutti eftir hornaspark og sending frá Símini Hansen. Og so var tað, at 19 ára gamli Mads Zaar, sum fyri fyrstu ferð var á AB liðnum í 3-2 heimatapinum ímóti KÍ í ólavsøkuumfarinum, fór at gera um seg og skoraði hattrikk ella trý mál á rað.

 

Tað fyrsta skoraði hann fýra minuttir undan steðginum, og hini bæði skoraði hann síðsta korterið.

 

Bergur Johannesen hjá NSÍ sá reyða kortið fýra minuttir eftir hvíldina, og NSÍ megnaði ikki at fáa bilbukt við mótbrekkuna, sum tað var størsta partin av seinna hálvleiki at vera 10 ímóti 11.

 

Tølini siga, at AB vann sjey hornaspørk og NSÍ fimm, og at NSÍ hevði eina roynd á AB málið, meðan AB hevði átta royndir á NSÍ málið.

 

Mikukvøldið skal AB spæla útsettan dyst ímóti HB í Gundadali. Leygardagin skal AB spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, og NSÍ fer leygardagin suður til Vágs.

 

Mads Zaar, sum er ein av nýggju spælarunum í AB, skoraði hattrikk í 4-0 sigrinum ímóti NSÍ. Her er hann í Esbjerg búnanum, sum hann bar, áðrenn hann flutti til Føroya og AB