Nýggjur maður skoraði

1.DEILD: Tað endaði javnt millum B36 og NSÍ

Tað endaði 2-2, tá ið NSÍ seinnapartin leygardagin var gestur hjá B36 á Tórsvølli. Hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Jógvan Kárason Gullfoss legði beinanvegin B36 á odda eftir upplegg frá Mariusi Árting Allansson. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at 18 ára gamli Jógvan var málskjútti á næstbesta liðnum. Í fjør skoraði hann eitt mál. Í 32. minutti javnaði NSÍ til 1-1 við brotssparki. Málskjútti úr 11 metrum var Dion Splidt, sum fyri fyrstu ferð umboðaði NSÍ. Hann hevur ofta áður umboðað feløg, har Sámal Erik Hentze hevur verið venjari, og nú eru teir báðir aftur í sama felag – í NSÍ.

 

NSÍ legði seg framum smáar tíggju minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Dávid á Roykheyggi, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og sum skoraði fyri aðru ferð í ár. Mikkel Richard Mortensen javnaði í 63. minutti til 2-2. Hann hevur skorað tvey mál í ár. Uppleggið átti Alex Mellemgaard.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 framvegis er á áttanda plássi, og at NSÍ framvegis er á níggjunda plássi. 07 Vestur er aftast við tveimum stigum, NSÍ er næstaftast við níggju stigum, og B36 er á áttanda plássi við 13 stigum. So er langt lop upp til HB og B71, sum hava ávikavíst 22 og 25 stig.

 

Leygardagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti TB, og NSÍ fær leygardagin vitjan av ÍF.