Faroe Agency, sum umboðar nógv útlendsk skip í Føroyum, hevur latið byggja ein loðs-og sleipibát, sum felagið fer at brúka, tá skip, sum felagið umboðar í Føroyum, koma higar til lands.
Báturin, sum er smíðaður í Istambul í Turkalandi, liggur í løtuni í Antwerpen, hagar hann er komin við farmaskipi. Fólk eru í Antwerpen, sum skulu føra nýggja bátin heim til Føroya, og ætlanin er at loysa í hesi vikuni.
- Tað verður ikki soleiðis, at vit fara at klára allar uppgávur sjálvi við nýggja bátinum, men loðs-og sleipibáturin fer at verða partur av okkara tænastuveitingum.
Tað sigur Maria í Akrabyrgi, sum saman við Karl Erik Reynheim eigur og rekur Faroe Agency. Tey bæði eru eisini stjórar í fyritøkuni.
- Vit hava keypt loðs-og sleipitænastur frá ymiskum veitarum, og tað fara vit eisini at gera í framtíðini, tí vit fara ikki at røkka øllum sjálvi.
Maria í Akrabyrgi sigur, at nýggi loðs-og sleipibáturin er nakað hægri bygdur enn eitt nú Pressarin hjá MEST, sum felagið plagar at brúka, og nýggi báturin hevur eisini góða maskinkraft.
Vit kunnu leggja aftrat, at nýbygningurin hjá Faroe Agency hevur fingið navnið Maria, og seinni fer in.fo at lýsa loðs-og sleipibátin nærri við ymiskum data um bátin.